Pakkakeyp: 3fyri2 MEISOX Premium Gripsocks
Pakkakeyp: 3fyri2 MEISOX Premium Gripsocks
Couldn't load pickup availability
Sniðgivið í Føroyum, framleitt í Italia
Hugskotið til MEISOX føddist millum fjøll og fjørðar í tí vøkru náttúruni í Føroyum. Vilt, óspilt og vakurt. Tað var hetta ið legði lunnar undir tað, ið vit halda er eitt fyrstafloks tekniskt sokkamerki ið sameinur italienskt handverk við eitt lyfti til burðardygd.
Við MEISOX fært tú avrik, komfort, snið og haldføri í einum.
GOOD FOR YOU
MEISOX er meir enn bara eitt par av sokkum; tað er ein fylgisneyti á vegnum til stór avrik.
Framleitt við atletinum í huga, MEISOX er eindømi á føroyska marknaðinum, tá tað kemur til komfort, "grip", haldføri og avrik. Frá yrkisleikara til sunnudags kríggjaran, MEISOX hóskar til eitthvørt høvi.
GOOD FOR THE PLANET
Burðardygd er kjarnin av MEISOX. Yvir 60% av rávøruni kemur frá endurnýttum tilfari, ið minkar um umhvørvislig árin uttan at víka uppá góðskuna.
MEISOX trýr uppá val, ið ikki bert eru góð fyri teg, men eisini fyri heimin vit deila. Fylg okkum á ferðini móti einari grønari, burðardyggari framtíð.










